Janus Djurhuus
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jens Hendrik Oliver Djurhuus, vanliga róptur Janus, livdi frá 26. februar 1881 til 1. september 1948.
Hann varð borin í heim í Havn í 1881. Hann vísti seg skjótt at vera evnaríkur út yvir tað vanliga, og las longu í realskúlanum grikskt og latín. Sum skilst fekk hann ans fyri móðurmálinum, tá hann í skúlanum hoyrdi ein av sínum floksfeløgum, Jákup Dahl, lesa yrkingina Nú er tann stundin.., av yrkjaranum og tjóðskaparleiðaranum Jóannes Patursson.
Janus tók preliminerprógv í 1897, og fór so til Danmarkar at ganga á studentaskúla. Hann var fyrst í Keypmannahavn, men flutti so til Bornholm, har fyrrverandi lærari hansara, Emil Bruun, var prestur. Janus tók studentsprógv í 1900, og árið eftir kom fyrsta yrking hansara Blíð er summarnátt á Føroya landi. Í 1911 gjørdist Janus Djurhuus cand. jur., og virkaði síðan sum løgfrøðingur í Danmark og í Føroyum. Í 1914 kom fyrsta yrkingasavnið: Yrkingar.
Restina av søguni kenna vit. Fimm yrkingasøvn og ein mongd av umsetingum, m.a. av teimum klassisku griksku yrkjarunum. Størsta verk hansara var umsetingin av Illiaduni av Homer. Tá Janus Djurhuus doyði í 1948, lógu yvir 200 yrkingar og umsetingar eftir hann.
Tær klassisku fornbókmentirnar og hansara kunnleiki til grikst og latín seta dám á poetisku verkini hjá Janus Djurhuus. Men eisini nationalromantiska rørslan, tokkin til føroyska málið og kunnleikin um fornnorrønu bókmentirnar hava gjørt hann til hin mest týðandi føroyska yrkjaran – faðir at tí bundna føroyska nútíðarskaldskapinum.
Útgávur: J. H. O. Djurhuus: Yrkingar 1898 - 1948; Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988
Hanus Andreasen: J.H.O. Djurhuus - Ein bókmentalig ævisøga, I - III; Mentunargrunnur Studentafelagsins 1994 - ?
[rætta] Útvortis ávísing
- Stamps.fo - Yrkingar eftir J.H.O. Djurhuus (kelda. Grein hjá Anker Eli Petersen).