Ásatrúgv
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ásatrúgvin var trúgvin hjá norðbúgvum í fornøld og víkingaøld. Ásatrúgvin verður eisini nevnd Norrøna gudalæran.

Næstan øll vitan um Ásatrúnna er skrivað av fólki, sum ikki sjálv vóru ásatrúgvandi. Eddukvæðið eldra (Sæmundar edda) og Eddukvæðið yngra (Snorra edda) eru týdningarmestu keldurnar, og eru skrivaðar í Íslandi í kristnari tíð. Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgan frá einum muslimskum sendimanni nevndur Achmad Ibn Fadlan, ið fór á ferð til norðurlond í 922.
Ásatrúgvin doyði út tá Kristindómurin kom í staðin. Sagnir eru tó um, at ávísar bygdir hava verið verandi heiðnar, t.e. ásatrúgvandi, langt upp í miðøld. Fólk eru síðani farin at trúgva uppá hesa trúnna aftur. Nakrir hundrað skrásettir ásatrúgvarar eru í norðurlondum í dag.
Ásatrúgvandi, ella blótarar ella heidningar, trúgva uppá guðar nevndir Æsir; eintal ásur. Av hesum er orðið Ásatrúgv avleitt.
Hesir æsir liva í Ásgarði meðan menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir, sum vilja æsum til lívs.
Hægstur av æsum er Óðin. Hann er alfaðir og kongur ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr mimirs brunni, haðan hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin, flúgva um heimin allan og boða Óðini frá tí, ið fyri ferst í heiminum.
Mætastur av æsum er Tórur. Hjá sær hevur hann hamaran Mjølnir.
Nornurnar, Urð, Verandi og Skuld, ráða fyri mannalagnu. Tær spinna lagnutráð.
Virðiligasti deyði, ið menn kunnu fáa, er at doyggja á vali, á kríggsvølli. Teir, ið doyggja soleiðis verða av valkyrjunum førdir í Óðins høll, Valhøll, har teir sleppa at halda veitslu og stríðast hvønn dag til Ragnarøkk.
Millum Ásgarð og Miðgarð er brúgvin Bivrøst, ælabogin, har ásin Heimdallur situr á varðhaldi. Tá jatnir koma eftir Bivrøst skal Heimdallur blæsa í Gjallarhornið. Hetta er byrjanin til Ragnarøkk, heimsins undirgang.
[rætta] Vøluspá
Óðin sendi spjótið í flokkin, tað var fyrsta stríðið í heimi. Ásana viðja- girðing varð brotin, stríðsbúnir vanir troddu vøll. Óðin og valkyrjurnar