B68
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
B68 er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað í 21. desember 1968. Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var í 1980. Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið var vann bestu deildina var í 1992.