Føroyska krónan
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum tó at føroyskir myntir ikki verða slignir.
- 1 króna = 100 oyrur
- 100 krónur ≈ 13,50 evrur (euro)
- 1 evra ≈ 7,50 krónur
[rætta] Søgan um føroysku krónina
Undir seinna heimabardaga varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði gjaldoyrini vóru tá í einari sonevndari Currency board-skipan, sum merkir at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við.
Orsøkin til stovnanina av føroysku krónini var Týska hersetingin av Danmark. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í Havn. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí var krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini.
Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í Onglandi.
Føroyska gjaldoyrað var verandi soleiðis líka til 1949, hóast at seinni heimsbardagi endaði í 1945. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í 1948, og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag.
12. apríl 1949 kom lóg í gildi, sum ásetur, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er "1 króna = 1 krone".
Í hesi somu lóg verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum.
Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska.