Jógvan á Lakjuni
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jógvan á Lakjuni (13. november 1952 í Fuglafirði), er útbúgvin lærari og hevur verið lærara í Fuglafjarðar Skúla og á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Jógvan er giftur við Oddvør, og saman eiga tey 4 børn.
Í politiska lívi sínum er Jógvan fólkafloksmaður og landsstýrismaður í mentamálum.
- 1994 - 1996 Limur í Landsskúlaráðnum, 1½ ár sum formaður.
- 1998 - 2002 Limur í Mentunar- og Vinnunevndini.
- 1998 - Løgtingsmaður.
- 2002 - Limur í Uttanlandsnevndini, Rættarnevndini og Útnorðurráðnum.
- 2002 - Formaður í Útnorðurráðnum.
- 2002 - Varalimur í Mentanarnevndini og Norðurlandaráðnum.
- 2003 - Limur í grundlógarnevndini.
[rætta] Listarligt virksemi
Jógvan á Lakjuni er dugnaligur tónleikari og hevur skrivað løg til nógvar sangir. Ofta til tekstir hjá Ismari Joensen. Eisini hevur hann havt kór í Fuglafjarðar Skúla og havt klaverfylgispælið til Fuglafjarðar Gentukór. Tá bandið Bros kom út fyrst í 1980-árunum, var Jógvan primus motor aftan fyri útgávuna. Hann syngur eisini sjálvur okkurt lag á bandinum.