Løgmaður
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Løgmaður er fremsti ráðharri í Føroyum. Løgmaður setir landsstýrismenn í starv og loysir teir úr starvi. Løgmaður hevur ábyrgdina fyri at starv landsstýris verður umsitið "á lógligan og fullgóðan hátt".
Løgmansembætið er broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi ólavsøkudag 1996, fingu vit ráðharraábyrgd. Áðrenn var landsstýrið ein nevnd, har løgmaður var formaður og eingin stóð við evstu ábyrgd. Áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816 var løgmaður løgtingsformaður og løgsøgumaður.
Hygg eisini at:
[rætta] Útvortis slóðir
Løgmenn í Føroyum undir heimastýrisskipanini | |
---|---|
A. Samuelsen | K. Djurhuus | P.M. Dam | H. Djurhuus | P.M. Dam | K. Djurhuus | A.P. Dam | J.P.H. Ellefsen | A.P. Dam | J. Sundstein | A.P. Dam | M. Petersen | E. Joensen | A. Kallsberg | J. Eidesgaard |