Rasmus Rasmussen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rasmus Rasmussen (skaldanavn Regin í Líð) (13. august 1871 í Miðvági - 5. oktober 1962 í Tórshavn) útgav fyrstu føroysku skaldsøguna Bábelstornið.
- 1892 Ferð hann á Vallekilde háskúla.
- 1896 Ferð hann á Askov háskúla og hitti her Símun av Skarði.
- 1898-1899 Vóru Rasmus og Símun á Statens Lærerhøjskole í Keypmannahavn.
- 1899 Føroya Fólkaháskúli var stovnaður og Rasmus arbeiður sum lærari her inntil hann legði frá sær fyri aldur.
[rætta] Útgivið
- 1909 - Bábelstornið kom út sum bók (áðrenn í Tingakrossi 1908-1909)