Skarvanes
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
Postnummar | FO 236 | |
Kommuna | Húsavíkar kommuna | |
Markatal | 12 | |
Íbúgvar (2005) | 5 | |
Skarvanes er ein bygd i Húsavíkar kommuna á Sandoy vestan fyri Dalur. Hon er gomul bygd, og fólk hevur búð har, í hvussu so er, frá um ár 1500. Bygdin var millum bestu kornpláss í landinum, og hagin rættiliga góður, so livilíkindini vóru hampilig, hóast møguleikar fyri útróðri vóru smáir, tí brimpláss er. Fráflyting hevur verið, og ár 2000 doyði seinasta fólkið á Skarvanesi. Har er frá 2005 5 fastbúgvandi, og í Djúpadali 2 km norðanfyri býr eitt húski. Húsini í bygdini, verða mest nýtt sum summarhús. Í baksýni síggjast Stóra Dímun og Lítla Dímun.
[rætta] Útvortis ávísing