Venceslaus Ulricus Hammershaimb
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági - 9. apríl 1909 í Keypmannahavn).
Foreldur: Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm.
Gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina.
Gjørdist í 1855 prestur í Kvívík.
Gjørdist í 1862 prestur á Nesi í Eysturoy, próstur frá 1867. Her lat hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði tekna.
Sat á Løgtingi 3 skeið.
Flutti í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva.
Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs.
[rætta] Útgivið
- 1852: Færøske Kvæder, København; 2. útgáva, Føroyar 1969
- 1891: Færøsk Anthologi I. Tekst samt historisk og grammatisk Indledning, København; 2. útgáva, Tórshavn 1969