B36
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bóltfelagið 1936 ella B36 er eitt fótbóltsfelag í Havn, sum varð stovnað 28. mars 1936. Felagið er eitt hitt størsta fótbóltsfelagið í Føroyum við umleið 500 limum.
HB var leingi einasta fótbóltsliðið í Havnini, men at tørvur hevur verið á einum liði aftrat er eyðsæð, tá ið vit hyggja eftir søguni hjá B36. B36 var leingi "lítlibeiggi" í fótbóltinum í høvuðsstaðnum (og ikki minst í medvitinum hjá HB-viðhaldsfólki), og tey mongu ár, sum gingu frá føroyameistaraheitinum í 1962 til tað aftur bragdaði í 1997 var mangan spottandi tikið til fagnaðarsangin hjá B36 við niðurlagnum "Í ár verða vit føroyameistarar!" við teirri heldur argandi umskrivingini "nær verða teir føroyameistarar?" Síðan VB vann føroyameistaraheitið í 2000 hava Havnarliðini bæði - HB og B36 - verið einaráðandi á ovastu rók og hava býtt meistaraheitini millum sín. HB eigur 4 og B36 tvey.