Dagblaðið
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
- Dagblaðið var Føroya fyrsta rættiliga dagblað. Tað var eitt politiskt óheft blað, ið legði dent á tíðindaflutning. Tað kom út frá 28. juli til 1. september 1934 heilar 6 ferðir um vikuna. Blaðstjóri var lærarin Hans Marius Jacobsen, sum árini 1932-34 hevði verið blaðstjóri á Føroya Social-Demokrati. Óvist er, hví blaðið gavst, men sjúka kann hava verið orsøkin.
- Tá Vinnuflokkurin var stovnaður í 1935 tørvaði honum eisini eitt málgagn, eitt blað. Blaðið fekk navnið Dagblaðið, men tykist ikki hava havt annað til felags við fyrra Dagblaðið enn navnið. Eftir at Vinnuflokkurin legði saman við einum parti av Sjálvstýrisflokkinum í 1939 og Fólkaflokkurin varð stovnaður, gjørdist Dagblaðið málgagn fólkaflokins. Eftir at Óli Breckmann hevði tikið við sum blaðstjóri í 1975 var roynt at nýtíðargera blaðið við at leggja størri dent á tíðindaflutning og vinnulív og minni dent á flokstilknýti, og í 1977 var blaðið næststørsta blað í Føroyum. Ætlanin helt tó ikki, og síðan seinast í sjeytiárunum hevur Dagblaðið umboðað ytsta høgraveingin í føroyskum politikki. Dagblaðið kom í fíggjarligar trupulleikar í 1990unum og steðgaði útgávuni í 1994. Frá 1997 kom blaðið aftur út í nøkur ár, til blaðútgávan aftur steðgaði.
Blaðstjórar
- 1935-36 Ernst Sondum
- 1937-42 Elias Johansen
- 1942-46 Knút Vang
- 1946-47 Poul Petersen
- 1947-71 M. S. Viðstein
- 1971-75 Poul Petersen
- 1975- Óli Breckmann
Kelda: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga 1852-2002; Sprotin 2002