Eindarumrokning
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eindarumrokning verður brúkt tá, ið tøl í einari eind verða roknað um til eina aðra eind. Hetta er ofta neyðugt, m.a. orsakað av, at siðvenja er, at brúka ymsar eindir í ymsum londum.
[rætta] Umrokningarhættir
Einklasti hátturin at umbroyta eina eind til til aðra er, at viðferða eindirnar støddfrøðiliga. Skoða dømini fyri at síggja gongdina.
Tú ynskir at broyta 6 føtur til metrar. Við uppslagi hevur tú funnið út av, at ein fótur er 0,3048 metrar. Nú fært tú umbroytt støddfrøðiliga:
Legg til merkis, at fótaeindin dettur burtur, og letur metrarnar standa einsamallar eftir. (Eftirsum, at bæði 6 føtur og 0,3048 metrar til hvønn fót eru fullkomiliga neyv tøl, er svarið við 5 týðandi sifrum fullkomiliga rætt.)
Lat okkum siga, at hæddin hjá tær er 182,88 sentimetrar, og at tú ynskir at umbroyta hetta til tummar:
Fyri at kann úrslitið umroyta vit hetta úrslitið aftur til føtur:
sum váttar fyrra úrslitið.
Fleiri eindir kunnu verða viðgjørdar á sama hátt:
Tí er ferðin hjá heiminum umleið 7 míl um sekundið ella 40.000 kilometrar um tíman. Legg merki til, at eftirsum útrokningin byrjaði við einum týðandi sifri (7-talinum) hevur úrslitið eisini eitt týðandi siffur (4-talið í 40.000).
Um faldast skal ella býtast verður avgjørt við at hyggja at eindunum og við at gera av hvør ið skal burtur. Um vit høvdu býtt við 3600 s/t í umbroytingini omanfyri í staðin fyri at falda, hevði úrslitið verið í kilometurtímum fyri fersekundið, sum eyðsýnliga er skeivt og meiningsleyst úrslit.
[rætta] Avrunding
Týdningarmikið er at minnast, at umbroytingargongdin ikki kann geva neyvari tøl, enn tey vóru frammanundan. Meðan fleiri av umbroytingartættunum í uppslagstalvunum eru neyvir, og aðrir óneyvir tó at teir hava mong týðandi siffur, eru øll sifrini, tú fært við roknimaskinu ella blýanti og pappíri, ikki týðandi.
Ansa eftir at runda av hóskandi eftir útrokning.