Frits Johannesen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frits Johannesen er uppvaksin í Fuglafirði, har hann eisini býr. Hann er útbúgvin lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla. Umframt lærarastarvið hevur Frits nógv kreativ jørn í eldinum.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Skapandi virksemi
[rætta] Tónleikur
Frits hevur í mong ár verið kórleiðari og primus motor hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Hann hevur eisini skrivað løg og útsett tey fyri kórið. Fyri fáum árum síðani myndaði Frits eitt úrvalskór við tí endamáli at fara til New York at framføra Passíusálmarnar.
[rætta] Myndlist
Frits hevur eisini altíð fingist við at mála og gera aðra myndlist, og seinnu árini er hann vorðin alt meira kendur kring allar Føroyar fyri málningar sínar, sum ofta hava tónleik sum myndevni.