Heimastýrislógin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Heimastýrislógin ella Lóg um Føroya heimastýri ella Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. Marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre er lóg, ella millumlandasáttmáli, ið í høvuðsheitum staðfestir politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar.
Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948 eftir at Danmark og Føroyar høvdu verið hersett av Týsklandi og Bretlandi ávíkavist, eftir fólkaatkvøðu um heimastýri ella loysing, og síðani eftir samráðingar millum meiriluta á løgtingi eftir løgtingsvalið 8. november 1946 og donsku stjórnina.
Heimastýrislógin ásetur hvørji málsøki verða umsitin í Føroyum, og hvørji verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar. Mál og málsøki, ið verða umsitin í Føroyum verða nevnd føroysk sermál meðan mál og málsøki, ið verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar verða nevnd felagsmál.
Lógin hevur ásetingar um hvussu donsk lóggáva skal fremjast í Føroyum. Hon sigur okkurt um hvussu uttanríkispolitikkur kann verða samskipaður soleiðis at hann samsvarar við føroysk áhugamál.
Í henni verður ásett, at Heimastýrislógin ella Lóg um Føroya heimastýri ella Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31. Marts 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre er lóg, ella millumlandasáttmáli, ið í høvuðsheitum staðfestir politisku viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar.
Heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948 eftir at Danmark og Føroyar høvdu verið hersett av Týsklandi og Bretlandi ávíkavist, eftir fólkaatkvøðu um heimastýri ella loysing, og síðani eftir samráðingar millum meiriluta á løgtingi eftir løgtingsvalið 8. november 1946 og donsku stjórnina.
Heimastýrislógin ásetur hvørji málsøki verða umsitin í Føroyum, og hvørji verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar. Mál og málsøki, ið verða umsitin í Føroyum verða nevnd føroysk sermál meðan mál og málsøki, ið verða umsitin í Danmark vegna føroyskar myndugleikar verða nevnd felagsmál.
Lógin hevur ásetingar um hvussu donsk lóggáva skal fremjast í Føroyum. Hon sigur okkurt um hvussu uttanríkispolitikkur kann verða samskipaður soleiðis at hann samsvarar við føroysk áhugamál.
Í henni verður ásett, at orðini "Føroyingur" og "Føroyar" skulu standa í serligum føroyskum passi. Eisini staðfestir heimastýrislógin hvat ein føroyingur er.
Føroyskt mál er "høvuðsmál" samstundis sum danskt "skal lærast væl og virðiliga", umframt at kann nýtast í almennum viðurskiftum.
Føroyska tjóðarflaggið, Merkið, verður viðurkent samstundis sum danskir myndugleikar verða álagdir bara at nýta danska flaggið Dannebrog á landi og sjógvi.
Nógv stríð er staðist av orðingunum í Heimastýrislógini, og orðingunum í henni. Srliga er tað fyrsti setningur í fyrstu grein, sum hevur skapt trupulleikar:
Í donsku útgávuni verður orðið "folkesamfund" nýtt í staðin fyri føroyska orðið tjóð. Hetta hava føroyskir og danskir myndugleikar tulkað ymiskt við ymiskum avleiðingum.
Í sama andadrátti, sum sagt verður, at Føroyar eru í danska ríkinum, verður sagt at Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð. Hetta kann tykjast eitt sindur tvørvent.
Orðini "í danska ríkinum" kunnu bæði merkja at vera undir donsku grundlógini og at vera í kongsfelagsskapi við Danmark. Somuleiðis kunnu orðini Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð bæði tulkast sum at Føroyar hava okkurt slag av sjálvræði undir donsku grundlógini og at Føroyar eru sjálvstøðugt fullveldisríki.
Víst hevur, í kritikki, verið á hvussu Heimastýrislógin er blivin til. Fyrst var fólkaatkvøða hildin 14. september 1946 um eina heimastýrisskipan ella loysing, og loysingin vann. Síðani fóru samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar og ein semja funnin, Heimastýrislógin. Hon varð síðani samtykt í Føroyum og í Danmark í hvør sínum lagi eftir hvør sínari mannagongd. Og føroysku orðingina, við føroyska orðinum tjóð, undirskrivaði amtmaður og kunngjørdi hana, uttan so mikið sum eina viðmerking.
Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt, er ivaleyst grundin til at hon hevur verið so leingi í gildi uttan so mikið sum at verða broytt.
Og við núverandi Breiðu samgongu, sær út til at hon hevur nøkur ár eftir at liva enn.
[rætta] Útvortis slóðir
- FÆRØ AMTS KUNDGØRELSE NR. 11 AF 31. MARTS 1948 AF LOV OM FÆRØERNES HJEMMESTYRE. - Heimastýrislógin á føroyskum
- LOV OM FÆRØERNES HJEMMESTYRE - Heimastýrislóginá donskum
Løgmenn í Føroyum undir heimastýrisskipanini | |
---|---|
A. Samuelsen | K. Djurhuus | P.M. Dam | H. Djurhuus | P.M. Dam | K. Djurhuus | A.P. Dam | J.P.H. Ellefsen | A.P. Dam | J. Sundstein | A.P. Dam | M. Petersen | E. Joensen | A. Kallsberg | J. Eidesgaard |