Joen Danielsen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Joen Danielsen (nevndur Kvívíks Jógvan og Kvívíkar-Jógvan) (11. juni 1843 í Kvívík - 2. mai 1926). Hann vaks upp saman við Jóan Petur upp í Trøð. Var m.a. húskallur í Mikladali og á Selatrað, áðrenn hann giftist og búsettist við Gjógv.
Lærdi seg sjálvur at lesa føroyskt, m.a. við hjálp frá bókum sum hann lænti frá V.U. Hammershaimb, sum tá var prestur í Kvívík.
Húskallur og sluppfiskimaður. Seinni Húsmaður, útróðrarmaður og skald. Yrkti m.a. Kópakvæðið.
Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í húsinum.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Útgivið
- 1926 - Jógvan Dánialsson (Kvívíkar-Jógvan): Yrkingar
- Nú komin er mín lívskvøldarstund.
- Jólasálmur.
- Páskasálmur.
- Kvæði um skapanina.
- Kópakvæði.
- Lýð á ljóðið.
- Føroya málið.
- V. U. Hammershaimb.
- Frælsiskvæði (Fríheitskvæði).
- Ránsmannavaldið í Føroyum.
- Trolaratátturin.
- Fólkatingsvalið 1903
- Valkvæði.
- Heilsa til Fríðriks 8nda.
- Songur um kríggið 1914.
- Til fólkafundin á Eiðisskarði hin 13 juli 1919.
- Kvæði til Føroya dans.
[rætta] Aðrar yrkingar
- Føroya háskúli (Fuglaframi 11. juni 1901)
- Til ein fund í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn (Fuglaframi 27 .august 1901)
- Løgtingsins hálvthundrað ára dagur, 29. juli 1908 (Varðin 8. bind 1928)
- Heilsa til Noregs. (Varðin 8. bind 1928)
- Við Stevnuvál. (Lisin upp á fólkafundi 6. juli 1913. Óprentaður)
[rætta] Yrkingar á donskum
- Velkomsthilsen til Kong Frederik VIII.
- Om alt det kors vi lide. (Um vanlukkuna í Sandvíksgrindini í 1915)
- Jeg begynde vil en sang.
- Nu længes fluks min matte krop.
- Nu vil jeg her begynde.