Kappróður í Føroyum
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kappróður hevur sjálvandi verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld. Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Seinasti róðurin er á Ólavsøku 28.-29. juli.