Løgtingsval
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Endamálið við løgtingsvali er, at velja tinglimir at sita á Løgtingi. Valskipanin hevur verið rættiliga ymisk gjøgnum tíðirnar. Løgtingsval verða hildin við minst fýra ára millumbili.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Núverandi skipan
Núverandi valskipan er lutfalsskipan við politiskum flokkum og valdømum. Sjey valdømi í ymiskum støddum eru í landinum. Í hvørjum valdømi verða eitt ávíst tal av tinglimum valt. Samsvarar valdu tinglimirnir hjá flokkunum ikki lutfalsliga við samlaða atkvøðubýtið hjá flokkum, verða upp til 5 tinglimir eykavaldir. Soleiðis hevur Løgtingið skiftandi tal av tinglimum millum 27 og 32. Men síðani verandi skipan kom í gildi í 1978 hevur altíð verið tørvur á øllum teimum eykavaldu.
[rætta] Søga
Áðrenn 1906 var løgtingsvalskipanin meirilutaskipan. Tað merkir, at ein lítil meiriluti kundi fáa allar tingsessir, meðan ein næstan líka stórur minniluti ongan fekk. Slíka skipan dámdu føroyingum ikki, og tí varð hon broytt til lutfalsskipan.
Henda nýggja lutfalsskipanin var ikki fullkomin tó. Í 1918 fekk Sambandsflokkurin 50,2% av atkvøðunum og Sjálvstýrisflokkurin 49,8%. Men Sambandsflokkurin fekk bara 9 tinglimir og Sjálvstýrisflokkurin 11.
Í 1923 varð vallógin endurskoðað soleiðis, at eitt skiftandi tal av eykaumboðum skuldi útjavna møguligt skeivt býti millum politiskar flokkar. 3 tinglimir kundu veljast soleiðis. Í 1930 varð hetta talið hækkað til 5.
Kvinnur fingu valrætt til løgtingsval í 1916 og kundu fyrstu ferð velja í 1918.
[rætta] Valúrslit
Niðanfyri sæst talva við prosentbýtinum á løgtingsvali hjá hvørjum flokki sær í øllum landinum tilsamans eftir floksbýtið í 1906, tá ið fyrstu føroysku politisku flokkarnir blivu til. Jú longri afturi í tíðini løgtingsvalið er, jú verri passa bókstavirnir við valstavirnar hjá flokkunum.
A | er Fólkaflokkurin | G | er Verkamannafylkingin | M | er Frælsisfylkingin |
B | er Sambandsflokkurin | H | er Miðflokkurin | N | er Sosialistiski Loysingarflokkurin |
C | er Javnaðarflokkurin | I | er Vinnuflokkurin | O | er Hin Føroyski Flokkurin |
D | er Sjálvstýrisflokkurin | J | er Loysingarflokkurin | U | er Uttanflokka |
E | er Tjóðveldisflokkurin | K | er Hin Stuttligi Flokkurin | T | er Tilsamans |
F | er Framburðsflokkurin | L | er Framsóknarflokkurin |
Prosentbýti | A | B | C | D | E | F | G | H | I | J | K | L | M | N | O | U | T |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2004, 20/1 | 20,6 | 23,7 | 21,8 | 4,6 | 21,7 | 5,2 | 2,4 | 100 | |||||||||
2002, 30/4 | 20,8 | 26,0 | 20,9 | 4,4 | 23,7 | 4,2 | 100 | ||||||||||
1998, 30/4 | 21,3 | 18,1 | 21,9 | 7,6 | 23,8 | 2,5 | 0,8 | 4,1 | 100 | ||||||||
1994, 7/7 | 16,0 | 23,4 | 15,3 | 5,6 | 13,7 | 6,3 | 9,5 | 5,8 | 1,9 | 2,4 | 100 | ||||||
1990, 17/11 | 21,9 | 18,9 | 27,5 | 8,8 | 14,7 | 5,9 | 2,3 | 100 | |||||||||
1988, 8/11 | 23,2 | 21,2 | 21,6 | 7,1 | 19,2 | 5,2 | 2,1 | 0,0 | 100 | ||||||||
1984, 8/11 | 21,6 | 21,2 | 23,4 | 8,5 | 19,5 | 5,8 | 100 | ||||||||||
1980, 8/11 | 18,9 | 23,9 | 21,7 | 8,4 | 19,0 | 8,2 | 100 | ||||||||||
1978, 7/11 | 17,9 | 26,3 | 22,3 | 7,2 | 20,3 | 6,1 | 100 | ||||||||||
1974, 7/11 | 20,5 | 19,1 | 25,8 | 7,2 | 22,5 | 2,5 | 2,5 | 100 | |||||||||
1970, 7/11 | 20,0 | 21,7 | 27,2 | 5,6 | 21,9 | 3,5 | 100 | ||||||||||
1966, 8/11 | 21,6 | 23,7 | 27,0 | 4,9 | 20,0 | 2,8 | 100 | ||||||||||
1962, 8/11 | 20,2 | 20,3 | 27,5 | 5,9 | 21,6 | 4,4 | 100 | ||||||||||
1958, 8/11 | 17,8 | 23,7 | 25,8 | 5,9 | 23,9 | 2,9 | 100 | ||||||||||
1954, 8/11 | 20,9 | 26,0 | 19,8 | 7,1 | 23,8 | 2,5 | 100 | ||||||||||
1950, 8/11 | 32,3 | 27,3 | 22,4 | 8,2 | 9,8 | 100 | |||||||||||
1946, 8/11 | 40,9 | 28,7 | 28,1 | 2,3 | 100 | ||||||||||||
1945, 6/11 | 43,4 | 24,4 | 22,8 | 9,4 | 100 | ||||||||||||
1943, 24/8 | 41,5 | 28,3 | 19,9 | 10,4 | 100 | ||||||||||||
1940, 30/1 | 24,7 | 32,3 | 23,9 | 16,2 | 1,6 | 1,3 | 100 | ||||||||||
1936, 28/1 | 33,7 | 24,0 | 34,2 | 8,1 | 100 | ||||||||||||
1932, 19/1 | 50,1 | 10,5 | 37,3 | 0,2 | 1,8 | 100 | |||||||||||
1928, 23/1 | 46,1 | 10,6 | 42,3 | 1,0 | 100 | ||||||||||||
1924, 22/1 | 58,7 | 39,1 | 2,2 | 100 | |||||||||||||
1920, 10/11 | 58,4 | 41,6 | 100 | ||||||||||||||
1918, 24/4 | 50,3 | 49,7 | 100 | ||||||||||||||
1916, 28/2 | 37,9 | 51,7 | 10,4 | 100 | |||||||||||||
1914, 2/2 | 52,8 | 47,2 | 100 | ||||||||||||||
1912, 2/2 | 52,3 | 41,6 | 6,0 | 100 | |||||||||||||
1910, 12/2 | 72,3 | 24,3 | 3,4 | 100 | |||||||||||||
1908, 2/2 | 66,1 | 33,9 | 100 | ||||||||||||||
1906, 18/7 | 62,4 | 37,6 | 100 |
Talvan niðanfyri sýnir valdar tinglimir á sama hátt sum talvan omanfyri sýnir prosentbýti millum politisku flokkarnar:
Tinglimir | A | B | C | D | E | F | G | H | I | J | K | L | M | N | O | U | T |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2004, 20/1 | 7 | 7 | 7 | 1 | 8 | 2 | 0 | 32 | |||||||||
2002, 30/4 | 7 | 8 | 7 | 1 | 8 | 1 | 32 | ||||||||||
1998, 30/4 | 8 | 6 | 7 | 2 | 8 | 0 | 1 | 0 | 32 | ||||||||
1994, 17/7 | 6 | 8 | 7 | 2 | 8 | 0 | 0 | 1 | 0 | 0 | 32 | ||||||
1990, 17/11 | 7 | 6 | 10 | 3 | 4 | 2 | 0 | 32 | |||||||||
1988, 8/11 | 8 | 7 | 7 | 2 | 6 | 2 | 0 | 0 | 32 | ||||||||
1984, 8/11 | 7 | 7 | 8 | 2 | 6 | 2 | 32 | ||||||||||
1980, 8/11 | 6 | 8 | 7 | 3 | 6 | 2 | 32 | ||||||||||
1978, 7/11 | 6 | 8 | 8 | 2 | 6 | 2 | 32 | ||||||||||
1974, 7/11 | 5 | 5 | 7 | 2 | 6 | 1 | 0 | 26 | |||||||||
1970, 7/11 | 5 | 6 | 7 | 1 | 6 | 1 | 26 | ||||||||||
1966, 8/11 | 6 | 6 | 7 | 5 | 1 | 1 | 26 | ||||||||||
1962, 8/11 | 6 | 6 | 8 | 2 | 6 | 1 | 29 | ||||||||||
1958, 8/11 | 5 | 7 | 8 | 2 | 7 | 1 | 30 | ||||||||||
1954, 8/11 | 6 | 7 | 5 | 2 | 6 | 1 | 27 | ||||||||||
1950, 8/11 | 8 | 7 | 6 | 2 | 2 | 25 | |||||||||||
1946, 8/11 | 8 | 6 | 4 | 2 | 0 | 20 | |||||||||||
1945, 6/11 | 11 | 6 | 6 | 0 | 23 | ||||||||||||
1943, 24/8 | 12 | 8 | 5 | 0 | 25 | ||||||||||||
1940, 30/1 | 6 | 8 | 6 | 4 | 0 | 0 | 24 | ||||||||||
1936, 28/1 | 8 | 6 | 8 | 2 | 24 | ||||||||||||
1932, 19/1 | 11 | 2 | 8 | 0 | 0 | 21 | |||||||||||
1928, 23/1 | 10 | 2 | 11 | 0 | 23 | ||||||||||||
1924, 22/1 | 13 | 10 | 0 | 23 | |||||||||||||
1920, 10/11 | 10 | 10 | 20 | ||||||||||||||
1918, 24/4 | 9 | 11 | 20 | ||||||||||||||
1916, 28/2 | 10 | 9 | 1 | 20 | |||||||||||||
1914, 2/2 | 12 | 8 | 20 | ||||||||||||||
1912, 2/2 | 13 | 7 | 0 | 20 | |||||||||||||
1910, 12/2 | 13 | 7 | 0 | 20 | |||||||||||||
1908, 2/2 | 13 | 7 | 20 | ||||||||||||||
1906, 18/7 | 12 | 8 | 20 |
Viðmerkingar: í 1946 stillaðu Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin upp saman. Í talvuni við prosentbýti, er hetta sett undir Javnaðarflokkin. Í talvuni við tinglimum er hetta sett undir báðar flokkarnar.
[rætta] Keldur
- Løgtingið 150. Hátíðarrit 3. Løgtingið, Tórshavn 2003. Ss. 78-79, 149-175.
- Val og valtøl. Einar Waag, Egið forlag, Klakksvík 1966. Ss. 1-12.