Landsstýrismaður
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein landsstýrismaður er ein limur í Føroya Landsstýri, sum føroyska stjórnin eitur. Landsstýrismenn (/-kvinnur) hava ymisk málsøki undir sær. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður.