Mørk
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mørk (fleirtal: merkur) er gomul mátieind við fleiri týdningum:
- vekteind: ein mørk er hálvt pund / 250 gramm / 1/4 kg
- mynteind í miðøld
- jarðarmát: 1 mørk er 16 gyllin á 20 skinn (= 320 skinn). Í Føroyum eru umleið 2400 merkur í jørð, lutað sundur á markatalsbygdir. 1 mørk er í miðal 0,64 km2, men sera stórur munur er frá oyggj til oyggj.