Niels Finsens gøta
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niels Finsens gøta í Tórshavn er einasta gongugøta í Føroyum. Tó er hon bert partvíst gongugøta, tí hon er opin fyri einsrættaðari bilferðslu omaneftir. Royndir hava verið gjørdar at hava gøtuna sum gongugøtu burturav, men tær vóru illa dámdar.
Gøtan varð grundløgd uml. 1900 sum Nyvej (donsk nøvn vórðu nýtt tá), men stutt eftir at Niels Finsen doyði, fekk gøtan navn eftir honum.
Á gøtuni er m.a. Tórshavnar Býráð, Býarbókasavnið, Eik Banki og Sjónleikarhúsið.
Listaverk í Niels Finsens gøtu
- Hans Pauli Olsen: "Álvagentan" 2000, bronsustandmynd av álvagentu frá papírklippi eftur William Heinesen og "Traðarmaðurin" 1989, bronsustandmynd til minnis um teir menn, sum við hørðum sliti dyrkaðu traðirnar.
- Tróndur Patursson: "Ormabani" 1992, springvatn úr stáli og litaðum glasi í Havnará.
- Jens Peter Kellermann: bronsustandmynd av Hans Andrias Djurhuus 1991.
- Fritjof Joensen: springvatn við dansandi børnum 1983 gjørt í rustfríum stáli.
- Janus Kamban: "Mand og Kvinde" 1971, "Fortælleren" 1956 framhøgd mynd úr sementi.
- Anne Marie Carl Nielsen: bronsu standmynd av politikaranum og yrkjaranum R.C. Effersøe 1933.