Niels Midjord
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niels Midjord er uppvaksin og býr í Fuglafirði. Hann er útbúgvin lærari og hevur í mong ár starvast í Fuglafjarðar Skúla.
[rætta] Tónleikarligt virksemi
Seinnu árini er Niels farin at gera alt meira við sangframførslur. Hann byrjaði við at syngja skemtiligar sangir sum "Mín grái fordur" og "Fimm feitar flugur", men síðani er hann farin at framføra meira traditionellan tónleik, millum annað kingosálmar.