Rúni Nielsen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rúni Nielsen (21. februar 1979 á Tvøroyri) er fyrrverandi formaður í Unga Tjóðveldinum, størsta politiska ungmannafelagið í Føroyum. Hann er samstundis tann, ið longst hevur sitið sum formaður felagsins. Virkar í løtuni sum ráðgevi felagsins.
Í 2002 og 2003 var hann eykamaður á løgtingi fyri Hergeir Nielsen.
Hann situr við fíggjarábyrgdini í formanskapinum í Unga Norðurlandaráðnum umboðandi Sosialistiskan Ungdóm í Norðanlondum (SUN). Er eisini eygleiðari í Vælferðarnevndini í Norðurlandaráðnum.
Rúni Nielsen er nú aftur formaður í Unga Tjóðveldinum. Hann var valdur formaður á fundi 22. mars 2007.