Slættaratindur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Slættaratindur er hægsta fjall í Føroyum. Hann røkkur upp á 882 m. Hóast hann liggur so nær við Funning, so hoyrir hann til Eiðis haga.
Eystursíðan er brøtt. Vanliga gøtan niðan á Slættaratind er av Eiðisskarði niðan undir tindin. So verður gingið runt um tindin vestur og norður um og eystur móti tromini. Har er best er at koma niðan á tindin. Tað slepst tó upp sunnanifrá eisini, men har er meiri illgongt.
Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, Gráfelli. Eystanfyri liggur bygdin Funningur og vestanfyri er Eiði