Thomas Kingo
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Thomas Hansen Kingo varð føddur tann 15. desember 1634 í Slangerup, Sæland og deyður tann 14. oktober 1703 í Odense. Hann var biskupur á Fjóni og sálmaskald.
Kingo bleiv guðfrøðingur í 1658, síðani húslærari og prestur, til hann gjørdist biskupur á Fjóni í 1677. Hann er best kendur fyri at yrkja sálmar, men hevur eisini yrkt hópin av skemtivísum, tættum, lýriskum náttúrulýsingum og heiðurskvøðum. Hann hevði við sálmunum í Den forordnede ny Kirkepsalmebog (Kingo-sálmabókin) frá 1699 ómetaligan týdning fyri kristnitrúnna í Føroyum fram til 20. øld.