Wikipedia:Vælkomin nýbyrjari
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vælkomin til ta føroysku Wikipedia. Wikipedia er ein frí alfrøði, sum verður skrivað í felag av brúkarum av hesari síðuni. Øll kunna rætta greinar. Samstundis verður varðveitt ein søgugongd yvir allar broytingar.
Tað er ikki neyðugt at vera innritaður fyri at taka lut, men hetta gevur tær fleiri møguleikar. Og vit vilja ógvuliga fegin vita, hvør tú ert.
Hygg eisini at ofta settum spurningum.
Tá tú rættar eina síðu, eru ymsar wiki kotur, sum gera tað lætt hjá tær millum annað at gera undirpartar til eina grein og seta myndir inn. Hvussu hetta verður gjørt, kanst tú lesa um á Hvussi ritstjórni eg eina síðu.