Visible Fish
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Visible Fish var mannað av Derhardi Olsen (gittar), Ásbirni Berthelsen (trummur), Peturi Pólson (tá Jensen)(sang), Boga á Lakjuni (bass) og Eileri Hansen (gittar).
Bólkurin byrjaði um veturin í 1992, tá Derhard og Eiler, sum gingu í sama flokki, í studentaskúlanum við Gøtugjógv, gjørdu av at byrja ein bólk. Eftir at hava roynt ein trummuleikara og einar tveir bassleikarar, kom fyrst Petur við. Petur, sum hevði gingið í einum hægri flokki við sama studentaskúla og longu var smákendur sum yrkjari, var triði maður í bólkinum. Stutt eftir kom Ásbjørn við og stutt eftir hann kom eisini Bogi við.
Upprunaliga varð vant í sluppini Høganes, men táið fleiri allir omanfyri vóru við, varð ístaðin vant í Glyvra Bio.
Visible Fish hevði fleiri steðgir á leiðini. M.a. var Bogi uttanlanda eitt skifti og somuleiðis Ásbjørn.
Í 1994 spældi Visible Fish fyri fyrstu ferð til konsert. Hetta var ein konsert í sambandi við Varmakeldustevnuna í 1993.
Í 1996 tóku Visible Fish sjálvir eitt band upp, við sangum, sum teir høvdu gjørt. Bandið var einans ætlað til bólkin sjálvan og er tí ongantíð útgivið. Upptikið varð á loftinum hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali á sumri í 1996. Eykabassleikari á bandinum (av tí at Bogi var uttanlanda) var Jens L. Thomsen. Ein sangur á bandinum endaði tó á eini útgávu, tá tað í síðstu løtu varð avgjørt at koyra eitt sokallað "hidden track" á fløguna 'Doing Lounge Jesus', sum kom út í 1998.
Í 1997 luttók Visible Fish fyri fyrstu ferð á Prix Føroyar kappingini. Undankappingin var í Klaksvík og so mætir bólkar sum Mark No Limits, við kenda Teiti Lassen á odda, og lokalu hetjurnar Aria struku við sigrinum. Men Visible Fish slóg navn sítt fast í tónleikaáhugaðar føroyingar við teirra sermerktu og villu framførslu. Serliga nógv var gjørt burturúr, at forsangarin Petur í einum sangi gjørdi "sjálvmorð", við einum spælirevolvara, á pallinum.
Seinni í 1997 var Visible Fish við á uppsamlingsfløguni Rokk í Føroyum 2, sum Tutl gav út. Sangurin "Tender Skin", gjørdist eitt rættiligt hitt og varð nógv spældur í Útvarpi Føroya um ta tíðina. Hann endaði sum nr. 3 á 15 teimum bestu.
Um hesa tíðina, t.v.s. frá 1997 til og við 1999, skipaði Visible fyri nógvum konsertum í Losjuni í Gøtu. Afturvendandi tiltak hvørja ferð, var at bjóða einum nýggjum og uppkomandi bólki við á konsertina.
Fløgan 'Doing Lounge Jesus' kom út á sumri í 1998 og seldi heilt væl. Eitt lag av fløguni, 'Styrofoam Punk', kom á 15 tær bestu hitt-listan og rakk øðrum plássi.
Í 1998 varð Tónleikasamtakið GRÓT stovnað og Visible Fish var ein rímuliga afturvendandi bólkur hjá samtakinum tað fyrsta árið.
Á heysti í 1998 gav ÚF eina fløgu út við barnasangum, innspældir av nýggjum. Visible Fish tulkaði barndómshittið 'Í Barnagarði' hjá Hjørdis Johansen. Sangurin var sera væl móttikin og er spældur heilt nógv gjøgnum árini.
Í 1999 gav plátufelagið Tutl út eina fløgu, sum eitur 'Grótføroyskt', sum var samansett av ymiskum føroyskum bólkum, ið spældu egið tilfar. Visible Fish luttók við sanginum 'Bróðir Judas'.
Um ársskiftið 1999-2000 avgjørdu limirnir í Visible Fish at steðga fyribils og hava ikki vant regluliga síðani. Tó var ein "reunion" konsert hildin á sumri í 2003 - sjálvandi - í Losjuni í Gøtu.
Um vit skulu vænta okkum at hoyra nakað aftur frá Visible Fish fer tíðin at vísa.