Pátriksmessa
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pátriksmessa er 17. mars. Pátriksmessa er til minnis um Sankta Pátrik (Saint Patrick), ið helst doyði 17. mars 493 (møguliga 463). Hann var breti, ið ungur varð rændur av írum, har hann var trælur í eini 6 ár, til honum eydnaðist at flýggja. Hann gjørdist prestur og biskupur, og seinni fór hann sum trúboðari aftur til Írlands, har hann átti týðandi lut í at kristna norðara og vestara partin av Írlandi. Hildið verður, at hann hevur livað millum 373(??) og 493 og virkaði í írlandi frá 433. Í 7. øld var hann roknaður sum verndarhalgimenni Ìrlands. Dagurin er írskur tjóðardagur og verður hátíðarhildin við stórum skrúðgongum. Í 2006 vóru umleið 1/2 mió fólk í skrúðgonguni í Dublin í Írlandi. Dagurin er halgidagur í Írlandi, og handlar, bankar o.a. hava vanliga stongt.