ST
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ST er stytting fyri Sameindu Tjóðir. Á donskum kallast felagsskapurin Forenede Nationer (FN), á enskum United Nations (UN).
Sameindu Tjóðir (ST) vórðu settar á stovn 1945, beint eftir seinna heimsbardaga.
ST hevur fýra aðalmál:
- at verja friðin og trygdina í heiminum
- eggja londunum til rættvísi
- at stuðla og menna samstarvið landanna millum og
- at virka sum stovnur, har londini í heiminum kunnu samstarva til tess at røkka hesum málum.
Øll limalond taka undir við grundsjónarmiðunum um, at allar ósemjur teirra millum skulu verða loystar friðarliga, og at tey skulu ikki fara við hørðum ímóti øðrum londum uttan í sjálvverju. Nú á døgum eru næstan øll sjálvstøðug lond í heiminum limir í ST.
[rætta] Dótturfelagsskapir
- ILO - International Labour Organisation
- UNESCO
- UNICEF - The United Nations Children's Fund
- WFP - World Food Programme
- WHO - World Health Organisation