Taoisma
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá teoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).