Wikipedia:Aðrar mánaðargreinir
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Her eru nakrar mánaðargreinir. Mánaðargreinin kemur á forsíðuna meðan vit eru í tí mánaðinum.
Men greinirnar skulu skrivast. Er ein reyð slóð á hesi síðuni, so merkir tað, at eingin grein er. Vilt tú skriva eina mánargrein, er bara at trýsta á reyðu slóðina og byrja at skriva. Greinin skal ikki vera ov long, og um okkurt sum hevur við mánaðin at gera.
[rætta] apríl 2007
Wikipedia:Mánaðargreinin/apríl 2007
vís - kjak - søga
[rætta] mars 2007
Gásadalur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri Bø. Hon liggur út móti Mykinesfirði og er umgyrd av teimum hægstu fjøllunum í oynni - Árnafjall (722 metrar) fyri norðan og Eysturtindur (715 metrar) fyri eystan.
Les meir um Gásadal – Savn
[rætta] februar 2007
Smáverulívfrøði ella mikrobiologi er læran um smáverur sum eru ein-kyknu mikroskopiskar organismur. Tær verða deildar í prokaryotar (t.d. bakteriur og ávísar algur) og eukaryotar (t.d. ger). Virus verða ikki altíð bólkað sum livandi, men hoyra eisini undir smáverulívfrøðina.
Les meir um smáverulívfrøði – Savn
[rætta] januar 2007
Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt.
Les meir um Hvítravnin – Savn
[rætta] desember 2006
Wikipedia:Mánaðargreinin/desember 2006
vís - kjak - søga
[rætta] november 2006
Wikipedia:Mánaðargreinin/november 2006
vís - kjak - søga
[rætta] oktober 2006
Frændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ungdómsfelagnum í Klaksvík fyrst í 1980'unum. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin alla tíðina verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Teir hava síðan fyrstu LP-plátuna Saman við tær verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangrivarar.
Les meir um Frændur – Arkiv
[rætta] september 2006
14. september í ár eru liðin 60 ár síðan fólkaatkvøða var í Føroyum um eina heimastýrisskipan ella loysing. Flestar atkvøður vóru fyri loysing; 48,7%. Valluttøkan var 67,5%. Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?
Les meir um Fólkaatkvøðuna – Arkiv
[rætta] august 2006
18. august eru 100 ár síðani Sambandsflokkurin fyrstu ferð var kunngjørdur. Tá eru júst 100 ár liðin síðan 13 tingmenn í Dimmalætting boðaðu frá, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevndist Sambandsmenn. Við hesum er Sambandsflokkurin elsti politiski flokkur í Føroyum.
Les meir um Sambandsflokkin – Arkiv
[rætta] juli 2006
Wikipedia:Mánaðargreinin/juli 2006
vís - kjak - søga
[rætta] juni 2006
Evnafrøði er læran um eginleikarnar hjá lívrunnum og ólívrunnum evnum og hvussu tey samspæla við onnur lívrunnin og ólívrunnin evni. Av tí at evni, sum eru ymiskar samansetingar av atomum, eru so fjølbroytt, so granska evnafrøðingar ofta hvussu atom av ymiskum frumevnum samspæla og soleiðis skapað mýl, og eisini hvussu ymisk mýl samspæla sínamillum. Evnafrøði verður ofta kallað tann miðsavnandi vísindin, av tí at hon knýtir aðrar vísindagreinir saman.
Les meir um Evnafrøði – Savn
[rætta] mai 2006
Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið. Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).
Telvarar skiftast um at leika, men hvítur - tað er telvarin við hvíta fólkinum - leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.
Les meir um Talv – Savn
[rætta] apríl 2006
Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum.
Les meir um Stonehenge – Savn
[rætta] mars 2006

[rætta] februar 2006
Sámal Joensen-Mikines (23. februar 1906 í Mykinesi - 21. september 1979 í Keypmannahavn) var fyrsti Føroyski yrkislistamaður, og verður av nógvum mettur sum faðir at føroyskari myndlist. Mikines lærdi á Kunstakademiets Malerskole í Keypmannahavn frá 1928 til 1932. Í februar mána í ár eru liðin 100 ár síðan Mikines var borðin í heim.
[rætta] januar 2006
Hvítravnur var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður. Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt.
Les meir um Hvítravnin – Savn
[rætta] desember 2005
M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Men hetta er ikki fyrsta skipið við navninum Smyril í innanoyggjasigling í Føroyum. Í 1895 kom fyrsti Smiril at sigla post millum oyggjarnar. Í 1932 kom annar Smiril til Føroya at sigla sum ferðamannaskip. Í 1967 fór fjórði Smyril av bakkastokki í Havn. Ein fimti Smyril er á veg, og verður ætlandi latin Strandfaraskipum Landsins seinast 15. oktober í ár.
Les meir um M/F Smyril – Savn
[rætta] november 2005
Fólkaflytingatíðin er tíðarskeiðið millum 300 e.Kr. og 900 e.Kr. Stórar fólkaflytingar vóru í Evropa hesa tíðina, tískil navnið. Helst eru fólkaflytingarnar byrjaðar av, at ættbólkurin húnir gjørdu innrás í germansk landaøki. Húnir trokaðu germanar undan sær og germanar trokaðu keltar undan sær. Føroysku Sjúrðarkvæðini ganga fyri seg í hesi tíðini.
Les meir um fólkaflytingatíðina – Arkiv
[rætta] oktober 2005

[rætta] september 2005
M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Men hetta er ikki fyrsta skipið við navninum Smyril í innanoyggjasigling í Føroyum. Í 1895 kom fyrsti Smiril at sigla post millum oyggjarnar. Í 1932 kom annar Smiril til Føroya at sigla sum ferðamannaskip. Í 1967 fór fjórði Smyril av bakkastokki í Havn. Ein fimti Smyril er á veg, og verður ætlandi latin Strandfaraskipum Landsins seinast 15. oktober í ár.
Les meir um M/F Smyril – Arkiv
[rætta] august 2005
Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Í hesi somu lóg verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum.
Les meir um føroysku krónuna – Arkiv
[rætta] juli 2005
Mariukirkjan í Tórshavn er miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum, ið telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 ymiskum londum (2004). Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann 30. august 1987. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frans skúlan á Varðagøtu.
[rætta] juni 2005
Smyril (Falco columbarius subaesalon) er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum. Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Smyril er minsti falkur í Europa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm.
Les meir um Smyril – Arkiv
[rætta] mai 2005
Heimsins elsta ting
Føroyska tjóðartingið, Føroya løgting, er eitt av minst trimum tingum, sum ger krav uppá heitið Heimsins elsta ting. Hin bæði eru í Íslandi og Isle of Mann. Øll eru tey stovnað av víkingum, og elst upp á hvønn sín máta. Altingið í Íslandi er elsta ting í einum sjálvtøðugum landi. Tynwald er elsta ting, sum ongantíð er niðurlagt. Og Føroya løgting varð stovnað fyrst.
Les meir um Løgtingið – Arkiv
[rætta] apríl 2005
65 ára flaggdagur
Flaggdagin, 25. apríl í ár, eru 65 ár liðin síðani føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent av bretskum myndugleikum. Hetta hendi umvegis BBC, har bretski forsætisráðharrin, Winston Churchill, boðaði frá, at føroyska flaggið nú var flagg føroyinga á sjónum. Dagurin verður hildin við fundum og guðstænastum í Føroyum og uttanlands. Merkið varð gjørt í 1919, t.e. fyri 86 árum síðani.
Les meir um Merkið – Arkiv