Hvannasund
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
![]() |
||
Postnummar | FO 740 | |
Kommuna | Hvannasunds kommuna | |
Markatal | 16 | |
Íbúgvar (2005) | 268 | |
Hvannasund er ein bygd í Viðoy.
Við Hvannasund, sum skilir Borðoy og Viðoy, liggja bygdirnar Hvannasund og Norðdepil. Kommunan eitur Hvannasunds kommuna og fevnir um bygdirnar Hvannasund, Múla, Norðdepil, Depil og Norðtoftir. Bygdin Hvannasund liggur á Viðoynni meðan hinar fýra bygdirnar eru á Borðoynni. Í Kommununi búgva umleið 460 fólk. Á Fossanesi er felagsskúli fyri alla kommununa og har ganga umleið 50 børn.
Høvuðsvinnan í kommununi er útróður. Hvannasund er millum tey fremstu útróðraplássini í Føroyum. Fiskurin frá útróðrarbátunum verður seldur á uppboðssøluni í Klaksvík. Í bygdini er tó eitt flakavirki, ið ikki longur keypir fisk frá útróðrarbátum á plássinum, men keypir virkið sína rávøru á uppboðssølunum, serliga á uppboðssøluni í Klaksvík.
Í kommununi er eisini stórt alivirksemi. Felagið Eystlaks hevur bæði smoltalistøð og sjógvalistøð. Á smoltalistøðini á Norðtoftum verða 1,5 milliónir laksasmolt framleidd um árið. Sjógvalistøðin framleiðir 3000 tons av kruvdum laksi árliga. Í Hvannasunds kommunu arbeiða 25 fólk hjá Eystlaks. Onnur arbeiða í Klaksvík, har fyritøkan hevur kryvjivirki, og samlaða árliga lønarútgjaldingin er 9 milliónir krónir.