Viðoy
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
Vídd - Tilsamans - Vatn |
40,4 km² 0,0% |
|
Íbúgvar - Tilsamans 2004 - Tættleiki |
655 16,2/km² |
|
Viðoy hevur navn eftir tí nógva rekaviði, sum kemur á land í Viðvík á eystursíðuni á oynni. Høvuðsbygdin er Viðareiði, sum er kend fyri sín náttúruvakurleika og hevur verið prestasæti frá fornari tíð. Norðan fyri bygdina røkkur Villingadalsfjall upp í 844 m hædd, tað hægsta fjallið í Norðuroyggjum og nr. 3 í Føroyum. Norðurendin er Enniberg, sum reisur seg sum ein 650 m høgur og steyrrættur múrur upp frá sjónum.
[rætta] Bygdir
Oyggjar í Føroyum | ||
Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |