Andalusia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Andalusia er ein sjálvstýrandi landspartur í Suðurspania. Høvuðsstaður er Sevilla. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005).
Føroyski ævintýrarin og rithøvundurin Durita Holm flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina "Á smølum andalusiskum gøtum" (2003) um fólkið og lívið har, umframt søguna hjá landspartinum.
Arabar (maurar) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa Alhambra, sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í 1800-árunum. Andalusia var miðdepilin í maurararíkinum í 7-800 ár, har Córdoba var mentanarmiðstøð.
Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir føroyingar hava hoyrt um ella enntá verið á Costa del Sol (sólstrondini).
[rætta] Keldur
- Den lille danske encyklopædi. Gyldendal (2005)
[rætta] Bøkur um lívið í Andalusia
- Holm, Durita: Á smølum andalusiskum gøtum (2003). Freyja
- Stewart, Chris: Driving over Lemons (1999), A Parrot in the Pepper Tree (2002), The Almond Blossom Appreciation Society (2006). Sort of Books
[rætta] Slóðir úteftir
- Official tourism website of Andalusia http://www.andalucia.org/modulos.php?modulo=Index&nuevoidioma=eng