Durita Holm
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Durita Holm (fødd juni 1975) er uppvaksin á Sandi. Foreldur hennara eita Anna Katrin og Tórstein Holm.
21 ára gomul legði Durita út í hav á heimsumsigling síni við bátinum Salku Valku. Á ferðini hitti hon norðmannin Erik Torjusen, sum eisini var á ævintýri í báti sínum, og áðrenn heimsumsiglingin var av, vóru tey bæði par og áttu dóttrina Freyju.
Hon fór undir at lesa sosialantropologi í Oslo og hevur síðani saman við manninum keypt hús í eini lítlari bygd í spanska landspartinum Andalusia.
Hon hevur higartil (2007) útgivið tvær bøkur um upplivingar sínar (sí niðanfyri), og eru hesar týddar til fleiri mál.
[rætta] Bókaútgávur
- Ferðin um bláu gongustjørnuna. Freyja (1999)
- Á smølum andalusiskum gøtum. Freyja (2003)