Keltisk mál
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Keltisk mál, felagsheiti fyri bæði livandi og útdeyð mál, ið einaferð rukku frá Miðeystri til Vestureuropa.
Keltisku málini ið framvegis verða tosað í dag, eru: Tey Goidelisku tvs. Skotskt gæliskt, Írskt og Manskt; og tey Brythonisku tvs. Walisiskt, Corniskt og Bretonskt.
Søguliga var Proto-Keltiskt helst býtt uppí í 4 undir-ættir:
- Gauliskt og Lepontiskt, Noriskt og Galatiskt. Hesi mál vórðu einaferð tosaði í økinum frá Fraklandi til Turkalands og frá Belgia til norður Italia.
- Keltiberiskt, í forðum tosað á Iberisku hálvoynni, serliga í núverandi Portugal, Galicia, Asturias, Cantabria, Aragón og León.
- Goideliskt, tvs. Írskt, Skotskt gæliskt, og Manskt. Teir fyrstu íbúgvarnir í Føroyum talaðu goideliskt.
- Brythoniskt (eisini kallað Brittoniskt), tvs. Walisiskt, Bretonskt, Corniskt, Cumbriskt, tað hypotetiska Iverniskt, og møguliga eisini Piktiskt.