Portugal
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: Onki | |||
Tjóðsangur: <<A Portuguesa>> | |||
Alment mál | Portugisiskt | ||
Høvuðsstaður | Lissabon | ||
Forseti | Aníbal Cavaco Silva | ||
Forsætisráðharri | José Sócrates | ||
Fullveldi | 1143 (frá Castilla) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
92 391 km² 0,5 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
10 848 692 114,9/km² |
||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarzona | UTC | ||
Alnet økisnavn | .pt | ||
Telefonkota | +351 |
||
Spenningur | 220 V | ||
Portugal (portugisiskt: República Portuguesa) er lýðveldi í Evropu. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar Azorurnar og Madeira. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini. Høvuðsstaður er Lissabon, og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir åstórir býir er Porto, Faro, Beja og Portalegre. Portugal hevur bara mark við Spania. Høvuðsmálið er portugisiskt.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Fólkaslagið sigst vera einsartað, men eygleiðir tú fólkamongdina í býunum, til dømis Lisboa, leggur tú skjótt til merkis, at tey suðurevropeisku andlitini fáa mótspæl av afrikanskum. Hesi stava í høvuðsheitum frá fyrrverandi portugisiskum hjálondum, m.a. Angola og Mosambik, har tað var frítt at fara ímillum, áðrenn londini leysrivu seg frá Portugal.
Í 1800-árunum fluttu nógvir portugisar til Brasilia, og eftir seinna heimsbardaga fluttu nógvir til Fraklands og Týsklands. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá afrikansku hjálondunum.
Fyrst í 15. øld stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í Asia, Afrika og Suðuramerika. Frá 1932 til 1986 stýrdi einaræðisharrin Olivera Salazar landinum, men eftir hernaðarkvett í 1974 tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í ES 1986, men er enn eitt av fátakastu londunum í Vesturevropa. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini.
[rætta] Fólkið
Næstan alt fólkið í Portugal er katolikkar. Portugisar eru ættkærir, og genturnar búgva ofta heima hjá foreldrunum, til tær verða giftar, tó er nú vorðið alt vanligari, at gentur nema sær útbúgving og fara út at arbeiða. Queima das Fitas er stevna, sum verður hildin í mai, tá ið lestrartíðin á lærdu háskúlunum er av. Seinastu árini eru einir 3 mió portugisar farnir í onnur lond at arbeiða. Summir fara einsamallir, men senda pening heim.
[rætta] Mentan
[rætta] Matur
Portugisar hava traditión fyri at eta bacalhau (klippfisk) í stórum mongdum. Summi siga, teir hava 365 ymiskar uppskriftir (eina til hvønn dag í árinum), onnur at uppskriftirnar eru minst 1000 í tali. Klippfiskurin verður keyptur úr norðurlondum, og eisini føroyingar hava útflutt klippfisk til Portugals. Nú á døgum framleiða føroyingar tó ikki klippfisk longur, og stórur partur av portugisiska døgurðamatinum verður innfluttur úr Noregi. Landið framleiðir millum annað portvín (serliga í Porto) og Vinho Verde (grønt vín), sum er eitt slag av óbúnum hvítvíni. Grønt sipar ikki til litin, men til, at vínið er ungt.
[rætta] Listhandverk
Leirvøra úr Portugal er gitin fyri vakurleika, helst leirflísar, nevndar azulejos, sum mest verða nýttar til prýðis. Á gøtumarknaðum og torgum er vanligt at selja ymist listahandverk, til dømis litfagrar leirvørur, málaðan húsbúna, glassvørur og postalín. Snøgt silvursmíð og vakurt baldýrað klæði av portugisisku oynni Madeira verður flutt út um allan heim.
[rætta] Landafrøði
Stórur partur av Portugal er víður háslætti, nevndur Meseta. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi.
[rætta] Landslutur í Portugal
1. Lisboa
2. Leiria
3. Santarém
4. Setúbal
5. Beja
6. Faro
7. Évora
8. Portalegre
9. Castelo Branco
10. Guarda
11. Coimbra
12. Aveiro
13. Viseu
14. Bragança
15. Vila Real
16. Porto
17. Braga
18. Viana do Castelo
[rætta] Búskapur
Í Spania og Portugal er heitt miðjarðarhavsveðurlag, og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan týdning.
Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í ES.
Í Portugal verður m.a. framleitt portvín, kork (tundur) og pinjukjarnur til útflutnings. Harumframt hevur landið eina ríka leður- og skinnframleiðslu, og taskur, belti og skógvar verða ofta portugisiskt framleidd til heimsmarknaðin. Danska skógvamerkið
ECCO fær nú á døgum stóran part av vøruni framleidda í Portugal.
Arbeiðshættirnir í landbúnaðinum í Portugal eru enn nógvastaðni sum teir hava verið í øldir, og í summum bygdum er framvegis vanligt at pløga við oksum. Ein hin týdningarmesta grøðin er mais, sum Kristoffur Kolumbus hevði við sær úr Amerika í 15. øld. Nógv verður eisini dyrkað av oljuberum og fikum. Vín, tundur og tomatir eru týðandi útflutningsvørur, og fiskiskapurin hevur stóran týdning í býum og bygdum fram við strondini.
Um triðingin av Portugal veksur tundureikin. Tjúkki, óslætti børkurin verður flustur uttan av trænum og lagdur at turka. Síðan verður hann kókaður ella guvaður og trýstur saman í stórar plátur og er liðugur at selja. Einki land í heiminum flytur so nógv tundur út sum Portugal. Tundur verður m.a. nýtt til fløskutøppar, gólvflísar, inniskógvar og í badmintonbóltum. Tað er bara loyvt at flysa børk av einum træi 9. hvørt ár. Børkur veksur á trøunum á meiri enn eina øld.
[rætta] Keldur
- Den lille danske encyklopædi. Gyldendal (2005)
- Portugal - Enskt wikipedia
- Portugal - Norsk wikipedia
- Heimurin - Skulin.fo
- Administrative divisions of Portugal - Ensk wikipedia
[rætta] Sí eisini
[rætta] Slóðir úteftir
Lond í Evropa |
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liechtenstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikan Býur |
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
Lond í Evropeiska Samveldiðnum |
Belgia | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finland | Frakland | Grikkaland | Írland | Italia | Kekkia | Kýpros | Letland | Litava | Luksemburg | Malta | Niðurlond | Pólland | Portugal | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Svøríki | Týskland | Ungarn |
Heimsins lond | Evropa |
Lond í NATO |
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA |- |