USA
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
Tjóðarmotto: "In God We Trust" | |||
Tjóðsangur: «The Star-Spangled Banner» | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Washington DC | ||
Forseti | George W. Bush | ||
Visepresidentur | Dick Cheney | ||
Fullveldi | 4. juli 1776 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
9 629 091 km² km² 4,87 % |
||
Íbúgvar - tilsamans 2008 - tættleiki |
303 102 000 31/km² |
||
Gjaldoyra | USA Dollari (USD) | ||
Tíðarzona | UTC -5 til -10 | ||
Alnet økisnavn | .gov, .mil, .edu, .us og .um | ||
Telefonkota | +1 |
||
Spenningur | |||
Sambandsríki Amerika (enskt; United States Of America), eisini nevndir USA, eru verðins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkamongd (minni enn í India og Kina). Landið er 50 statir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í karibiska havinum størsti og har tað búgva flest fólk. Av øðrum oyggjum, sum USA eigur, eru Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyygjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t.d.; Palmyraoy, Johnstonoy, Bakeroy, Howlandoy, m.m). Síðani 1898 hevur USA havt ein stóran marinbasa á Kuba - Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvi hevur serligan leiklut og verður stýrd av amerikonsku verjuni.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Høvuðsgrein: Amerikonsk søga
Upprunafólkið í Amerika og fyrsta fólk í tí, sum nú er USA, er nú bara 1% av øllum fólkinum. Síðan evropeararnir komu í 16. øld, hava indiánsku fólkasløgini stríðst fyri lendi sínum. Hóast stóran mótgang hava mong teirra megnað at varðveitt mál sítt og gamlan sið. Nú á døgum er umleið ein fimtingur í friðingarøkjum - land - øki, sum amerikanska tingið hevur latið indiánunum aftur.
Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var ein føderatión millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á norðuramerikanska landinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og depressiónin mikla (1929-1939).
Eftir annað heimskrkíggj var USA onnur av tveimum supermaktum (hin var Sovjetsamveldið). Hesar báðar supermaktirnar stríddust nógv gjøgnum tað kalda kríggið. Eftir at kalda kríggið í 1991 endaðu óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta supermakt eftir.
Síðani hevur USA verið verðins fremsta og máttmiklasta land í verðini.
[rætta] Býarlívið og fólkið
Fólkið í Sambandsríki Amerika er blandingur av ymsum fólkasløgum. Tey flestu eru eftirkomarar eftir tilflytarar - fólk, sum komu hagar aðrastaðni úr heiminum, til dømis úr Evropa og Ásia. Mangir afroamerikanarar eru ættaðir frá trælum, sum vórðu seldir til USA í 17., 18. og 19. øld. 12% av fólkinum eru afroamerikanarar. Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr Latínamerika: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2050 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum. Meira enn 75% av fólkinum í USA búgva í býum ella býarforstøðum, hava síni egnu hús og koyra í bili til arbeiðis. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Í teimum flestu býunum hevur fólkið ymsan uppruna og er nógv blandað, og fólk, ið eru úr sama landi, búgva ofta saman í býarpørtum, nevndir Little Italy og Chinatown. Nú búgva flestir amerikanarar í býum, men fyri hundrað árum síðan búðu tveir fimtingar av fólkinum á bygd. Enn eru nógvar bygdir og nógvir smáir býir í USA, har færri enn 10 000 fólk búgva.
Hesir býir eru mest í landbúnaðarøkinum, og fólk fara hagar til handils, í skúla ella í kirkju.
[rætta] Fíggjarliga støðan og búskapur
Fíggjarstøðan í USA hevur støði í kapitalismu, og dám av blandingsbúskapi. Landið er fremsta fíggjarliga stórmakt í heiminum, og amerikanarir hava yvirhøvur eitt høgt livistøði. Privati geirin hevur størsta partin av búskapinum um hendi. Uppileggingar frá statinum eru nakað færri enn í flest øðrum heimum í vesturheiminum.
USA er triðstørsta oljuland í heiminum, og einki annað land ger so nógvar oljuúrdráttir, til dømis bensin. Olja varð funnin í Texas fyrst í 19. øld, og tað hevði við sær, at Texas gjørdist ógvuliga ríkt ríki. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju.
[rætta] Mentan
Amerikonsk mentan ávirkar allan heimin. Snarføði, sum burgari, hot dogs og cola, umframt fólk úr sjónvarpsraðsendingum og filmum, eru kend úr Berlin til Beijing. Henda marknaðarførslan við amerikonskum lívsstíli gevur milliardir og er ógvuliga týdningarmikil fyri búskapin í Sambansríki Amerika. Nógvar tónleikagreinar, sum eru vældámdar kring heimin, koma upprunaliga úr USA. Serliga suðurstatirnir hava havt nógv við tónleik at gjørt. Tónleikagreinar sum blues, country og rock koma upprunaliga harfrá; Jazz- og bluestónleikur eru spottnir úr arbeiðarasangum og andaligum sangum hjá svarta fólkinum. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Kentucky og Tennessee. Best dámdu ítróttir í USA eru amerikanskur fótbóltur (NFL), hornabóltur (MLB), kurvabóltur (NBA) og íshockey (NHL).
[rætta] Politikkur
Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar, Republikanski flokkur og Demokratiski flokkur. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru republikanarar afturhaldssinnaðir og demokratar tað, sum amerikanarir kalla «liberalir» (vinstrahallir). Stjórnin heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Forsetin er hægsti myndugleiki landsins, og hann verður
valdur fjórða hvørt ár. George W. Bush úr Texas er 43. og núverandi forseti í USA.
Sí eisini lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika og forsetavali í USA 2008.
[rætta] Militerið
Amerikanska verjan telur 1,4 miljónir fólk í virknari tænastu, og haraftrat fleiri hundrað túsund í Tjóðargarduni og í trygdarherinum. USA hevur verðins bestu verju, og landið er verðins einasta supermakt. Amerikanska verjan eigur meir enn 700 støðir runt um í heiminum og virka kring heimin. Annars eigur landið ellivu hangarskip í nýtslu og ein stóran flota við strategiskum kavbátum, eitt, sum ger verjuna sera fleksibla.
Í 1949 var USA við til at stovna NATO. Aftrat londunum í NATO eru trý onnur lond, sum eru sameind við USA, umráðandi hjá USA: Ísrael, Japan og Avstralia. Av NATO-londunum hevur Stóra Bretland inniligasta samband við USA, og londini samstarva væl á verjuøkinum.
Í 2007 førir USA heimsumfatandi Kríggið móti yvirgangi, serliga í Afghanistan og Irak.
[rætta] Statir í USA:
|
|
|
|
|
[rætta] Býir
Bý, Stat | Íbúgvar | |
---|---|---|
1 | New York City, New York | 8 214 426 |
2 | Los Angeles, Kalifornia | 3 849 368 |
3 | Chicago, Illinois | 2 833 321 |
4 | Houston, Texas | 2 144 491 |
5 | Phoenix, Arizona | 1 512 986 |
6 | Philadelphia, Pennsylvania | 1 448 394 |
7 | San Antonio, Texas | 1 296 682 |
8 | San Diego, Kalifornia | 1 256 951 |
9 | Dallas, Texas | 1 232 940 |
Sí eisini listi yvir amerikanskum býum eftir íbúgvatali
[rætta] Myndir
[rætta] Keldur
[rætta] Sí eisini
- Listi yvir økir og lutøkir í Sambandsríki Amerika
- Listi yvir amerikanskum býum eftir íbúgvatali
- Lista yvir forsetarnar í Sambandsríki Amerika
- Forsetavali í USA 2008
- Norðuramerika
- George W. Bush
- Washington DC
Lond í NATO |
Belgia | Bulgaria | Estland | Danmark | Frakland | Grikkaland | Italia | Ísland | Kanada | Kekkia | Letland | Litava | Luksemburg | Niðurlond | Noreg | Portugal | Pólland | Rumenia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Turkaland | Týskland | Ungarn | USA |- |