Norn
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tungumálið Norn var ein grein av fornnorrønum. Tað var tosað í Hetlandi, Orknoyum og Norðurskotlandi. Eftir at londini bæði vórðu løgd undir Skotska Kongsríkið í 15. øld, var tað mótvirkað av stjórn og kirkju og skotskt mál kom í staðin eina tíð, og síðani enskt.
Ikki er greitt júst nær norn doyði út. Tað kann hava verið tosað í pørtum av londunum báðum til 18. øld. Smáir partar av málinum og tøkuorð yvirlivdu og komu inn í lokalt skotskt enskt eftir at høvuðsmálið sjálvt doyði.
Ymisk bygdamál vóru eisini tosað á meginlandinum í Skotlandi. T.d. á Katanesi (Caithness á enskum), men doyðu út mangar øldir áðrenn í Orknoyum og Hetlandi. Tískil tosa summir frøðingar um katanesnorn, meðan aðrir ikki gera tað. Man veit minni um katanesnorn enn um norn í Orknoyum og Hetlandi.
Lutfalsliga lítið av skrivaðum norni hevur yvirlivað. Tað, sum er til, umfatar bønina Faðir vár.
Matteus 6:9-13 ella Faðir vár á ymsum tungumálum.
Orknoyanorn (Avskriving eftir Wallace; 1700)
|
Hetlandsnorn (Avskriving eftir Low; 1774)
|
Fornnorrønt (mál):
|
Føroyskt:
|
Íslendskt (Þorvaldur Bjarnarson, 1878)
|
Norskt
|
[rætta] Keldur
- Barnes, Michael P. "Orkney and Shetland Norn". In Language in the British Isles, ed. Peter Trudgill, 352-66. Cambridge: Cambridge University Press, 1984.
- Michael P. Barnes: The Norn Language of Orkney & Shetland. Lerwick: Shetland Times 1998. ISBN 1898852294 (72 s.)
- Jakobsen, Jakob. An Etymological Dictionary of the Norn Language in Shetland. 2 vols. London/Copenhagen: David Nutt/Vilhelm Prior, 1928-32 (reprinted 1985).
- Low, George. A Tour through the Islands of Orkney and Schetland. Kirkwall: William Peace, 1879.
- Marwick, Hugh. The Orkney Norn. London: Oxford University Press, 1929.
- Rendboe, Laurits. "The Lord's Prayer in Orkney and Shetland Norn 1-2". North-Western European Language Evolution 14 (1989): 77-112 and 15 (1990): 49-111.
- Wallace, James. An Account of the Islands of Orkney. London: Jacob Tonson, 1700.
Categories: Germansk mál | Hetland | Norðurlond | Søga