Mánin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mánin er næsti granni okkara í rúmdini. Teir gomlu norðbúgvarnir nevndu hann Himintungl ella bert Tungl, men mánanavnið var eisini vanligt longu í norrønari tíð. Miðalfjarstøðan er bert 384400 km, og tað merkir, at tú við einum vanligum handkikara kanst síggja spennandi detaljur á mánaflatuni. Á Mánanum er hvørki luft ella flótandi vatn, og tí hevur hann heldur einki veðurlag. Mánin hevur heldur einki jarðfrøðisligt lív. Tey landmerki, vit síggja á mánaflatuni, eru skapt av at loftsteinar (meteorir) hava rakt Mánan.
Eftirsum tað tekur mánanum júst somu tíð at snara einaferð um sjálvan seg, sum tað tekur honum at snara um Jørðina, vendir hann altíð somu síðu móti okkum. Hetta verður nevnt "bundin rotatión", og hiðani av Jørðini síggja vit sostatt bert umleið helvtina av Mánaflatuni. Stóru økini á Mánanum kunnu síggjast við berum eyga. Myrkar fløtur við láglendi - mare-økini (Mánahøv) - standa í andsøgn við ljósari hálendini.
Mánaflatan sæst best nærhendis terminatorinum - ið er markið millum ljós og skugga á Mánanum. Tá ið fullmáni er, síggjast landkenningarnar ikki so væl, tí tær eru ov upplýstar, og sjálvt stór kratir kunnu vera ósjónlig. Onnur øki síggjast hinvegin best í fullmána, tí tey krevja stóra kontrast fyri at verða sædd - hetta er serliga galdandi fyri myrku mare-økini.